Tosaði við ein "gamlan" skóta nú um dagarnar og spurdi hann eftir skótaarbeiðinum, um hvussu gekk o.s.fr. Vit fingu eitt gott prát, men hann helt, at lítið og einki sást og hoyrdist í fjølmiðlunum og samfelagnum annars til skótaarbeiðið. "Hvar eru KFUM-skótarnir?", spurdi hann.
Hevur hann rætt? Hoyrist og sæst ov lítið til KFUM-skótarnar í Føroyum í fjølmiðlum og samfelagnum annars? Er ov lítið virksemi í landsarbeiðinum og bólkunum?
Hvat heldur tú og hvat er at gera? Kanska kunnu vit fáa eitt gevandi kjak um evnið. Vælkomin at gera viðmerkingar niðanfyri. Les meira...